Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bráðfeingis barnagarðsskáli ein góð loysn!

Signhild V. Johannesen, valevni Javnaðarfloksins

At vit áhaldandi hava bíðilista til barnaansingini í Klaksvík, er ikki nøktandi. Vit skulu bjóða teir bestu ansingarkarmar, til allar borgarar sum velja Klaksvík.

Á seinasta býráðsfundi samtykti ein stórur meiriluti, at arbeitt verður víðari við at stovnseta fleiri barnaansingarpláss í kommununi. Ein góð loysn við einum bráðfeingis barnagarðsskála varð samtykt – eini pavillon – og vit fáa enn einaferð loyst avbjóðingina, sum er við bíðilistum til barnaansingina. Hesin barnagarðsskáli er serframleiddur til endamálið.

Barnagarðsskálin er ávegis, og ætlanin er, at fáa stovnin at virka um ársskiftið. Ein góð loysn á eini bráðfeingis avbjóðingini á ansingarplássum. Tit kunnu síggja barnagarðsskálan her: http://www.just.dk/institutioner/brnehavevuggestue/bjaeverbo/

Nýggjan barnagarð
Trivnaðarkanning sum var gjørd fyri kortum vísti, at økið kring Fjallafípuna var best dámt millum allar brúkararnar. Hetta hóast Fjallafípan ikki er keypt ella framleidd til endamálið, men er blivin tillagað til sítt endamál. Nýggi barnagarðurin kemur at liggja upp at Fjallafípuni, og er umframt tað, eisini sergjørdur júst til endamálið.

Vit eiga skjótast gjørligt, at fara undir at gera eina heildarloysn fyri alt barnaansingarøkið. Vit eiga at fáa allar teir ansingarstovnar, sum ikki eru gjørdir til endamálið, lagdar saman í ein nýggjan nútímans ansingarstovn. Vit eiga at fáa alla servitan innan økið – frá námsfrøðingum, køksfólki og vaskifólki – við í eini nýbygging. Hendan ansingarstovn skal kommunan eiga og reka.

Ein nýggjur barnagarður eigur at raðfestast, so skjótt sum verandi verkætlanir eru endaliga lidnar. Í meðan vit komandi fyrstu árini hugsavna okkum um, at fáa verandi verkætlanir lidnar, skulu vit fyrireika nýggja barnagarðin so væl sum gjørligt!



Signhild V. Johannesen, valevni Javnaðarfloksins

Just :: Bjæverbo

Eksempel på børnehave leveret i en individuel bygningstype efter kundens ønske. Bygningen er sammensat af 5 stk. pavillonenheder á hver 48 m2 og indrettet med nødvendige faciliteter for ca. 30 børn med tilhørende personaleafdeling.

just.dk