Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd aftur av góðum túri

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani kom útróðrarbáturin Bragd á Klaksvík við umleið 19.000 pundum. Oddmar Niclasen, skipari sigur, at Bragd hevur um 1000 pund av kalva, nakað tað sama av toski, upsa og skøtu, ímeðn ein stórur partur er brosma og longa.

Bragd hevur lagt um til monofilamentlínu, og hetta ger, at til ber hjá teimum at vera úti í eina viku. Hendan túrin hava vit verið seks dagar og vit seta um 1800 húkar hvørja ferð so hesir 6 dagarnir svara til eini 45 vanligar stampar í húkatali.

Útreiðslurnar eru ikki nógvar tá roynt verður á hendan hátt, vit egna sjálvir, so hvørt vit seta og stórur partur av agninum er slíkt, sum vit fiska sjálvir, so driftin er bílig.

Veðrið hevur verið gott sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, vit hava bert havt ein sjáskdag hendan túrin.