Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd fekk mest í dag

Jákup Ósá

Bátarnir royndu norðanfyri í dag.

Bátarnir royndu norðanfyri í dag. Tað bara bara Bragd, ið fór uppum 5000 pund.

Tað var ikki so nógv at fáa hjá flestu útróðrarbátunum í dag. Teir flestu royndu norðanfyri ella eystanfyri. Bragd fiskaði mest í dag. Hann fekk knapt 8000 pund. Hann avreiðir kl. 14.00. Flestu av hinum bátunum komu aftur fyrr í dag. Men fiskiskapurin var smáligur hjá teimum flestu.

Sambært FMF fiskaðu bátarnir so nógv:

Bragd: 8000 pund

Norðsøki: 4600 pund

Líðhamar: 4000 pund

Bjørgvin: 2300 pund

Brandur: 3000 pund

Streymurin harðnar nú, og tí er ikki vist, at nógvur útróður verður hesa vikuna.