Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd fer helst at royna við sponglínuni aftur í ár

Oliver Joensen

 Bragd hevur ikki verið á útróðri í út við ein mánaða. Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at teir fingu trupulleikar við gearinum, og tí vóru teir noyddir at gevast at seta á einum útróðrartúri fyri umleið einum mánaða síðani. Tað vísti seg at gearið var í knúsi, sigur Oddmar Niclasen.

Vit kláraðu tó at sigla sjálvir til lands. Nú hava smiðjumenn verið umborð og gjørt alt av nýggjum og skjótt verður klárt hjá okkum aftur at fara til fiskiskap.

Tá eg spyrjið Oddmar um hvat Bragd fer at gera í summar, sigur hann, at teir helst fara við trumluni. Við trumluna meinar hann “monofilamentlínuna”, sum Norðlýsið hevur kallað “sponglína” so leingið onki betri orð er á føroyskum fyri hesa línu.

Brag hevur fyrr roynt við hesi línuni. Hetta er bílig drift, tí teir egna so hvørt teir seta, so her er ongin egningarløn og ongin handan av línustampum aftur og fram. Hetta er ein sera long lína við langt ímillum húkarnar og verður mest brúkt longur úti á landgrunninum enn útróðrarbátarnir við stampalínu vanliga royna.

Harleyfacadeacryl