Fyri løtu síðani avreiddi Bragd 4.500 pund av toski og hýsu. Oddmar Niclasen, skipari á Bragd segði, at tað er ov lítið at fáa fyri tíðina. Vit hava verið norðanfyri og hava eini 700 pund av toski, restin er hýsa. Men tað sum hjálpir í løtuni, er at fiskaprísurin er høvur, haldi at hann liggur um 15 krónur fyri hýsuna og góðar 20 krónur fyri toskin.
—
Enn er ikki besta tíð hjá útróðrarbátunum, tí hava størru útróðrarbátarnir ikki orduliga sett hol á útróðrarveturin. Líðhamar er uppi á beding og fær eitthvørt sýn gjørt. Norðsøki riggar til og Kallanes hevur verið á djúpum vatni, hann avreiddi 7000 pund av longu og brosmu í gjár.




