Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brahms Requiem í Norðurlandahúsinum, leygardagin 20.september kl. 19:00

Tíðindaskriv

Føroya Symfoniorkestur og kór Føroya Symfoniorkesturs fara leygarkvøldið, at framføra stórsligna verkið, Ein Deutsches Requiem, eftir Johannes Brahms.

Messan er í sjey pørtum, og víkir soleiðis frá traditionellu katólsku messunum, sum vanliga eru í fimm pørtum. Teksturin er ikki vanligi latínski messu teksturin, men Brahms hevur sjálvur valt tekstin burtur úr Bíbliuni.

Ein Deutsches Requiem er høvuðsverk Brahms, og við hesum verkinum fekk Brahms í 1868 sítt veruliga frambrot. Messan var í síni heild frumframførd í Leipzig tann 18.februar 1868. Tað var Carl Reinecke, sum stjórnaði Gewandhaus-orkestrinum, kóri og solistum.

Tveir solistar eru til framførsluna leygardagin og tey eru Sarah Fox og Ágúst Ólafsson.

Sarah Fox, er útbúgvin sangari frá Royal School of Music í London, við Margareth Kingsley sum lærara. Sarah hevur verið solistur við fleiri av leiðandi orksetrum í Onglandi, so sum Royal Philharmonic Orchestra og BBC Symfoni Orchestra. Hon er virkin solistur og hevur verið á konsertferðum víða um, bæði í Evropa og USA. Eisini hevur hon sungið fleiri kendar operuleiklutir sum t.d. Zerlina í Don Giovanni og Hyacintus eftir Mozart. Sarah hevur vunnið fleiri virðislønir, nevnast kunnu Kathleen Ferrier virðislønina og John Christie virðislønina frá Glyndebourne, sum hon vann í ávíkavist 1997 og 2000. Komandi ár skal Sarah framføra kendar sangleikutir sum Susanna í Brúdleypi Figaros eftir Mozart saman við Glyndebourne Opera og høvuðsleiklutin í operuni Arianna in Creta eftir Händel í Reisopera í Hollandi.
Ágúst Ólafsson, fekk sína fyrstu frálæru í sangi í heimbýnum Reykjavík. Ágúst hevur lokið prógv á Sibelius akademiinum í Helsinki hjá lærarunum Jorma Hynninen og Sauli Tillikainen. Eisini hevur hann fingið frálæru í Týsklandi frá heimsgitnu sangarunum Elisabeth Schwarzkopf og Dietrich Fischer-Diskau. Águst hevur sungið fleiri kendar leiklutir í operum, nevnast kunnu leiklutir sum Don Giovanni í Brúdleypi Figaros eftir Mozart og Don Carlos í operu eftir Verdi.Águst hevur havt solokonsertir í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finlandi og Týsklandi. Eisini í Føroyum hava vit hoyrt hann fleiri ferð, m.a. í Mozart Requiem, sum Føroya Symfoniorkestur og Kór Føroya Symfoniorkesturs framførdu á vári í 2006.

Føroya Symfoniorkestur

Harleyfacadeacryl