Møguliga var orsøkin til at tveir brandbilar ikki startaðu, tá eldur var í á Skarðhamri sunnukvøldið, sabotaga móti brandbilunum.
Leysasøgur ganga um, at tað var ikki heilt tilvildarligt, at brandbilarnir, sunnukvøldið í farnu viku ikki startaðu. Sagt verður, at polarnir vóru skrúvaðir leysir av akkumolatorunum á tveimum bilum. Á tí eina brandbilinum stóð høvuðsavbrótarin frá, soleiðis at bilurin stóð og brúkti streym.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen váttar fyri Norðlýsinum, at býráðið hevur sett í verk kanning um hvat veruliga hendið sunnukvøldið. Eg havi onki konkret fingið um at sabotaga er framd, men vit mugu kanna allar møguleikar. Eisini bíða vit eftir eini útsøgn frá sakførara okkara um hvussu vit skulu fyrihalda okkum í málinum. Er tað so at grundaður mistanki er um nakað óregluligt, so verður sakin latin politinum til kanningar, segði ein stuttorðaður borgarstjóri.




