Hví lýsir Klaksvíkar Kommuna ikki í norðurlendkum bløðum og tíðarritum, sum útbúgvin sløkkiliðs- og bjargingarfólk lesa??
Á forsíðuni á (frálíku) heimasíðuni hjá Norðlýsinum hevur leingið verið lýst eftir sløkkiliðsleiðara til Klaksvíkar Kommuni. Talan er um fulltíðarstarv, við avísum førleikum. Hvørjir hesir førleikar eru, veit eg ikki, og eg veit heldur ikki um starvið er sett, tá hettar verður skrivð. Og hettar er IKKI eitt álop á nakran persón, men ein viðmerking til eina álvarsama støðu.
Eg spurdi ein júst fráfarnan sløkkiliðsleiðara, sum eg spæli horn saman við, um hann hevði sæð starvið lýst í fakbløðunum hann lesur. Hann lovaði at hyggja, og svarið var nei! Um vit skuldu lýst eftir einum yvirlækna til Klaksvíkar (skjótt fyrrverðandi) Sjúkrahús, so hevði ikki bara verið lýst í føroysku bløðunum, men eisini í teimum bløðum og tíðarritum, sum læknar lesa!
Førleikin sum kondittari er ikki nómikið til tær avbjóðingar, sum eru galdandi til sløkkililðsfólk í dag.
Higartil hevur førleikakrævið til at vera sløkkisleiðari í Klaksvíkar Kommuni verið sveinabræv, sum bakari. Onki ilt um tað. Men, avbjóðingin til sløkkiliðið í Klaksvík verður túsundfaldað, nú undirsjóvartunnilin til Eysturoynna brátt verður ein veruleiki!! Hevur Klaksvíkar býráð yvirhøvur huksað um tað?? Sløkkiliðið í Klaksvík skal nú ikki bara sløkkja omaná jørð, men møguliga eisini langt undir jørð, og tað ber við sær, at neyðugt verður við heilt øðrum førleikum enn í dag.
Ein kondittari, ein bilmekanikari ella ein skipari, ella hvør tað nú verður, er ikki førur fyri at menna liðið til hesar avbjóðingar. Og tí hevði tað verið heilt nátúrligt (um býráðið hevði nakað at huksa við) at lýst bleiv eftir einum royndum sløkki- og bjargingarfólki, sum kundi vant og ment eitt veruligt sløkki- og bjargingarlið!
Eldsløkkingar og bjargingararbeiði er eitt fak, sum ikki skal undirmetast, og yvirlátast til reinar amatørar. At senda fólk á okkurt skeið her og har, hjálpir onki. Alneyðugt er at hava eina roynda og vælútbúna leiðslu, sum kann oysa av sínum royndum og kunnleika, soleiðis at sløkki- og bjargingarliðið verður veruligt sløkki- og bjargingarlið, sum til ber at líta á, og ikki bara er eitt døllandi lið av fimtudeildarleikarum, við góðum vilja men ongum førleika.
Samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð og kommunumark
Undirsjóvartunnilin er eisini globalisering í miniformat. Ábyrgdin fyri tilbúgving í samband við tunnilin er ikki bara ábyrgdin hjá norðoyingum, men eisini (vónandi) ábyrgdin hjá Leirvíkar, Gøtu og Fuglafjarðar kommunum, og tí hevði tað, eftir míni fatøku metan, verið heilt nátúrligt um hesar kommunurnar, saman við kommununum í Norðuroyggjum, samskipaðu eldsløkkingar- og bjargingararbeiðið, og settu eitt roynt og fult úrbúgvið brandfólk, og eitt roynt og útbúgvið bjargingarfólk, tvørtur um kommunumark, við tí endamáli, at leiða, og framum alt, at venja liðini báðumegin fjørðin.
Hugtakið sløkkilið og bjargingarlið hvørt sær, er farið í søguna. Tí fleiri lið tú hevur í eini neyðstøðu, og fleiri leiðarar tú hevur, tess stórri ruðuleikin. Jú fleiri vera um uppgávuna, tess lættari verður byrðan hvat ið fíggjing og manningarorku viðvíkjur.
Tunnlar og brýr bera við sær, at nýhugsan á so mongum økjum er alneyðug, annars fáa vit alt ov lítið fyri tunla-, brúgva- og vega krónurnar!
Spurdur, um tað hevði verið møguligt at fingið roynt fólk til Føroyar, segði fráfarni sløkkiliðsleiðarin: Um lønar- og arbeiðsstøðurnar vóru í lagi, so er onki at yvast í, at fólk við leiðara ambitiónum høvdu søkt fyri eitt ávíst tíðarkeið. Hesin royndi sløkkiliðsmaðurin, helt í hvussusoer, at tankanir eg havi luftað her, vóru frálíkir. Men, hví skal ein sløkkililðsmaður við 35 ára royndum vita betur enn Klaksvíkar Býráð?
Nútíðin og tunnlaavbjóðingin krevur professionalitet og ikki bara hugna og áhugabólkar.
Bergur Jacobsen
P.S.! Eg kenni lítlan ugga í tí, at sløkkiliðið í Hvívík hevur ábyrgdina av Vágatunnilinum, tí hvat hendir um leiðirin er úti og fær sær eitt kók, og hinir eru á fjalli, ella til arbeiðis í Havn? Og hvussu nógvir útbúnir roykkavarar eru í sløkkiliðinum í Hvívík?
P.P.S.! Til føroyingar við danofobi. Tað ber væl til at lýsa í Noregi og Svøríki, Íslandi og Bretlandi!




