Danska steypakappingin: Brandur Olsen fekk avgerandi leiklut fyri FCK í kvøld, tá ið FCK vann steypakappingardyst í Parkini. Eftir vanliga og longda leiktíð, stóð á jøvnum 0-0 millum FCK og Randers. Tí varð farið til brotssparkskapping, har Brandur var ein av teimum, sum setti bóltin trygt í netið.

Brandur Olsen var tann næsti í røðini at skjóta brotsspark. Hann gjørdi sína skyldu og skoraði sera trygt. Liðini vóru noydd at skjóta 6 brotsspark hvør, áðrenn vinnarin varð funnin.
FCK er nú í semfinaluni í donsku steypakappingini.