Tveir norðoyingar vóru millum teir 11 rógvararnar, sum í dag hava kappast í EM/DM í innandura rógving í Gladsaxe.
Teir eru Brandur Kjølbro og Jón Josephsen, sum báðir róðu við Páll Fanga í fjør.
Brandur Kjølbro endaði á 3. plássi hjá dreingjum 17, meðan Jón Josephsen endaði nummar 15 av 21 hjá monnum undir 23 ár. Tað skrivar Róðrarsamband Føroya í dag. Fleiri av føroyingunum stóðu seg heilt væl og fleiri heiðursmerkir komu.


