Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brass-vitjan í Klaksvík

Dávur Winther

Fredensborg Brass Ensemble vitjaði á Biskupstøð í dag. Kunningarstovan var vertur fyri vitjanina, sum kom í lag umvegis Páll Sólstein, hornspælara og Mentanardeildina.

Fredensborg Brass Ensemble vitjaði á Biskupstøð í dag. Kunningarstovan var vertur fyri vitjanina, sum kom í lag umvegis Páll Sólstein, hornspælara og Mentanardeildina.

Fredensborg Brass Ensemble er á føroyavitja og hevur m.a. spælt í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Í dag fóru tey 16 fólkini í hornorkestrinum útferð til Klaksvíkar og spældu nøkur brass- og jazzløg á Biskupstøð millum Bókasavnið og Kunningarstovuna.

Eisini høvdy tey á skrá eitt lag Juli, sum Páll Sólstein, ið hevur sín dagligdag sum hornspælari á Kongaligu Opruni í Keypmannahavn.

Nakað av fólki steðgaðu á og fingu nakrar hugnaligar tónar í frálíka veðrinum seinnapartin á Biskupstøð.

Aftaná varð boðið gestunum ein góðan drekkamunn inni í nýggju kaffistovuni Archie´s.