Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Breckmann vil hava orðið "kristna" uppí Stjórnarskipanina

Oliver Joensen

Í opnum brævið til Løgmann vil Óli Breckmann hava, at orðið “kristna” verður skoytt upp orðingina um hvussu Føroyar vera skipaðar.

Áheitan á løgmann um ískoyti til uppskotið um Stjórnarskipan Føroya 

Harri løgmaður. 
Vísandi til flestu vesturlendsku grundlógir og til átakið hjá Angelu Merkel, týska forsætisráðharranum, um at fáa broytt grundlógina hjá ES, so hon samsvarar við søguliga veruleikan, skjóti eg sum tingmaður upp, at løgmaður setir orðið “kristna” inn aftrat tí, sum strendur í formælinum til uppskotið um Stjórnarskipan Føroya til at leggja fyri løgtingið til viðgerðar. 

Setningurin, sum við hesum verður skotið upp til at broyta, verður soljóðandi: 
“Føroyar verða skipaðar eftir nútíðar tørvi á kristna siðaarv okkara við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum.” 

Orsøkin til hetta uppskot er, at øll okkara fólkaræðiliga siðvenja, rættindi, skyldur, búskaparskipan og persónliga frælsi undir ábyrgd hava sín uppruna í okkara jødisk-kristna siðaarvi. Alt annað sprettir úr hesi søguligu sannroynd. Tí er ikki rætt og eingin orsøk til at dylja henda veruleika í einum so týdningarmiklum skjali sum Stjórnarskipan Føroya. 

Annars er grein 5 í uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya um trúarrættindi og fólkakirkjuna á góðari leið. 

Virðiliga, 
Óli Breckmann, 
løgtingsmaður

Harleywoodpaint