Tá løgtingið kemur saman í morgun kl. 11 er longu greitt at breið undirtøka tykist verða millum tingfólk at gera broytingar í stavraðnum sum uppskot hjá Henrik Old leggur upp til. Men nú hevur formaðurin í Tjóðveldi skriva løgtingslimum bræv har hann staðiliga heitir á tingfólk um ikki at loyva c, w og øðrum bókstavum inn í føroyska stavraði.

Eftir fyrstu viðger í dag endar uppskotið í mentunarnevndini har Bjarni Djurholm er formaður og hann váttar at uppskoti fer at fáa gjølla viðger.
– Eg kann bara staðfesta at millum manna er breið undirtøka at gera tær broytingar sum uppskotið leggur upp til, men tá uppskotið kemur í nevndina fara vit at viðgera tað gjølla og fara uttan iva at hoyra nógv ymisk fólk áðrenn álit verður skrivað. Í øllum føri fara vit at viðgera uppskotið í fullum álvara.
Sum skilst hevur nógv politiskt virksemið longu verið um uppskotið og m.a. hevur formaðurin í Tjóðveldi sent bræv til øll tingfólk har mælt verður frá at samtykkja uppskotið.