(Dystarfrásøgn) Hóast AB helt KÍ á pínu bonkinum allan fyrrahálvleik, so var tað eitt hamskift KÍ lið, ið kom á vøllin og vann dystin íseinna hálvleiki.
AB sat á fyrra hálvleiki
AB sat á tí mesta í fyrra hálvleiki. Teir vóru grammari ogtóktust sera uppsettir í góða veðrinum frammanfyri mongu áskoðarunum. AB komeisini á odda, tá 8 minuttir vóru leiktir við einari gávu frá KÍ leikarunum.Meinhardt Joensen kastar illa út til ein trýstan leikara. Bólturin støkkur tilAtla Danielsen , sum skal skalla bóltin eftur til ein verjuleikara, men ístaðinskallar beint fyri føturnar á Ahmed Keita, ið bara skuldi trilla bóltin ímálið. Gongdin var tann sama restina av hálvleikinum. KÍ leikararnir gjørdumistøkini og AB skapti møguleikarnar. KÍ hevði tvær góðar atsøknir, men hvørkiPáll A. Klettskarð ella Hjalgrím Elttør stóðu nóg væl fyri til at fáa heiltgott skot á.
Venjarin tók avleiðingarnar
Hvat KÍ venjarin Páll Guðlaugsson hevur sagt við sínar menní hálvleikinum er ikki lætt at vita, men tað var eitt heilt annað KÍ lið, sumspældi seinna hálvleik. Tvær útskiftingar blivu gjørdar í hálvleikinum og taðsegði okkum, at venjarin var sera ónøgdur. Jóhan Jacobsen og Ivan Joensen komuá vøllin fyri Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen. Taktikkurin bleiv eisinibroyttur, har Jóhan fór upp í álopið saman við Páll A. Klettskarð, meðanHjalgrím Elttør bleiv fluttur út í vinstru síðu.
KÍ fekk sum fráleið tak á dystinum og í 65. minutti kom holá, tá málfarligi Álvur Christiansen fekk javnað eftir hornaspark. Bara tveirminuttir seinni var aftur mál til KÍ, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparkieftir at bólturin kom í hondina á einum AB leikara. Atli Danielsen skoraði uppábrotssparki. Og hóast fleiri stórir mál møguleikar vóru – teir flestu til KÍ –so skuldu vit heilt til 88. minutt, áðrenn dysturin bleiv endaliga avgjørdur,tá Ivan Joensen skoraði eftir gott innlegg frá Hjalgrím Elttør í vinstru.
Breiddin er stór
Skal ein taka saman um, so vísti breiddin í KÍ hópinum tilsjóndar. Leikarar komu inn í hálvleikinum, sum gjørdu mun og eisini sá man, atleikarar kunnu spæla á fleiri ymiskum plássum. Eisini hevur liðið prógvað, attað finnast aðrir leikarar enn Páll A. Klettskarð, ið kunnu skjóta neyðugumálini. KÍ venjarin eigur eisini sín stóra lut í, at dysturin vendi. Hann tókavleiðingarnar av vánaliga fyrra hálvleikinum og skifti fleiri leikarar út ogbroytti spæliskipan. Hetta órógvaði AB nógv og KÍ sat á tí mesta í seinnahálvleiki. Við sigrinum hevur KÍ 10 stig fyri 4 dystir, sum er ein frálíkbyrjan. Men stóru royndirnar koma ikki fyrr enn hesi komandi umførini, tá teysterkaru liðini vera mótstøðulið. AB hevur enn einki stig fingið, men fyrrihálvleikur bendi á, at tey fyrstu neyvan eru langt burtur.




