Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brek er á Shefa samskiftiskaðalinum

Danial Viðoy

Kaðalin hevur fingið brek, tí at eitt skip av misgávum er komið í hann við síni útgerð.

mynd: portal.fo

Tíðindaskriv frá FT Net:

Í gjár kom brek á Shefa samskiftiskaðalin, sum liggur millum Føroyar og Skotland.

Kaðalin hevur fingið brek, tí at eitt skip av misgávum er komið í hann við síni útgerð.

Eitt kaðalskip er tilkallað at gera umvæling av brekinum, og væntandi verður Shefa virkin aftur innan eina viku.

Meðan Shefa er óvirkin fer uttanlandsferðslan øll at koyra á hinum kaðalskipanunum, Farice og Cantat.