Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brenna kavamann (Zürich, Sveis)

Hanus Kjølbro

Sveisarar hava onkran stuttligan sið fyri at vita, hvussu veðrið fer at vera í summarinum, sum kemur.

Tá ið veturin er farin at halla, og várið nærkast, hava sveisarar ein várfestival – Secheläuten. Vanliga er hesin festivalur hildin í Zürich 3. mánadag í apríl. Festivalurin endar við einum stórum báli, og ein stórur eftirgjørdur kavamaður verður so tveittur á bálið.

Tey kalla hendan kavamannin Böögg – t.e. grýla ella bussimaður – og fýrverk verður lagt innií.

So er tað tað, hvussu leingi kavamaðurin brennur, og nær fýrverkið brestir.

Skjótari kavamaðurin brennur, betri verður veðrið í summar.

Brestir fýrverkið áðrenn 10 minuttir er farnir, verður nógv sól og turt summar. Tekur tað meiri enn 10 minuttir at bresta fýrverkið, vænta tey nógv regn tað summarið.

Sjálvandi er als einki veðurfrøðiligt samanhang er ímillum veðrið næsta summar, og hvussu leingi eftirgjørdi kavamaðurin brennur.

Í 2017 gekk tað upp, tí fýrverki brast beint áðrenn 10 minuttir vóru farnir, og summarið bleiv gott.

Men, í 2014 tók tað bert 7½ minutt til fýrverkið brast, men summarið varð ikki gott.

Fyri bert at nevna tvey ár…