Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brennievni minkar í stórum

John William Joensen

Í løtuni er bert Kalium at fáa á Shell støðini í Klaksvík, og tá vikuskifti er fari aftur um, er einki brennievni til bilar í Norðoyggjum.

Tað er nú bert eitt slag av brennievni eftir í býnum og tað er bert Shellstøðin sum hevur brennievni í tangunum.
Hans Petur, leiðari á Shell, sigur at í vikuni hava fólk úr Eysturoynni verði norðanfyri og keypt brennievni.
„Høvdu fólk keypt sum vanligt, so høvdu vit havt brennievni eftir til fleiri vikur, men síðani blíðfríða brennievni var uppi, eru fólk farin at keypa Kalium inn undir seg.
Eisini eru bilar komnir úr Eysturoynni, og tí er sera nógv trýst á støðina.
Eg vanti at tá vikuskiftið er fari afturum, fara vit at mangla kalium, og so er einki brennievni til bilar í Norðoyggjum.”