Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brestir er bestur í bólki 2

Jákup Ósá

38 skip eru í bólki 2, ið umfatar trolarar. Av teimum, so hevur Brestir selt fyri mest higartil í ár sambært yvirliti hjá Vørn. Brestir hevur selt fyri yvir 18 milliónir, og tað er nógv mest í hesum bólkinum. Størsti parturin av søluni – yvir 14 mió – hjá Bresti er frá svartkalva. Av teimum 38 skipunum í bólki 2 hava 13 selt fyri yvir 8 milliónir. Har skal tó viðmerkjast, at tað er ymiskt, hvørji fiskasløg ymisku bátarnir hava fiskað. M.a. hava fleiri fiskað makrel og tað ger stóran mun yvir samlaðu søluna fyri 2015.

Hetta er listin yvir skipini í bólki 2, ið hava selt fyri mest higartil í ár. Listin er dagførdur í dag 6. juli, men fyrivarni skal vera tikið fyri, at onkur av seinastu avreiðingunum mangla.

1. Brestir 18.063.883 mió

2. Sjagaklettur 13.078.734

3. Vesturbúgvin 12.379.217

4. Vesturleiki 11.937.985

5. Polarhav 11.404.236

6. Eysturbúgvin 11.082.763

7. Stjørnan 10.325.032

8. Skoraberg 9.256.216

9. Vestmenningur 9.055.622

10. Steintór 8.757.895

11. Hamranes 8.284.948

12. Bakur 8.093.994

13. Suðringur 8.057.834