Skála vann 12-1 móti MB í dag í 1.deild. Toppskjúttin Brian Jacobsen skoraði 4 mál.
Skála skrivar á síni facebook síðu, at hetta er met fyri ein toppskjútta í 1.deild. Brian hevur skorað tey 32 málini í 25 dystum. Skála er greitt oddalið í 1.deild, og tí verður Brian Jacobsen og hinir hjá Skála at síggja í Effodeildini næsta ár.




