Niclas Heri Jákupsson, sum er eigari og stjóri í fyritøkuni Fegin sigur, at teir fara at avdúka nøvnini leypandi gjøgnum veturin, men at teir longu nú kunnu upplýsa, at eitt av høvuðsnavninum til Ársins Søludag 2017, er kendi enski fyrilestrahaldarin Brian Mayne.
Tíðindaskriv: Aftur í ár skipa føroyska felagið Fegin, og danska felagið Navitas, fyri Ársins Søludagi. Dagurin verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 3. mai.
Niclas Heri Jákupsson, sum er eigari og stjóri í fyritøkuni Fegin sigur, at teir fara at avdúka nøvnini leypandi gjøgnum veturin, men at teir longu nú kunnu upplýsa, at eitt av høvuðsnavninum til Ársins Søludag 2017, er kendi enski fyrilestrahaldarin Brian Mayne.
Brian Mayne er avgjørt tað størsta navni, sum Ársins Søludagur nakrantíð hevur bjóðað. Brian hevur sjálvur drúgvar royndir innan sølu og søluleiðslu. Men tey síðstu 20 árini hevur Brian hevur skapt og ment skipanina “Goal Mapping”, sum verður nýtt av risa stórum og kendum fyritøkum, s.s. Microsoft, Siemens, Disney og Coca-Cola. “Goal Mapping” hjálpir menniskjum at seta sær mál og at hava fokus fyri at náa teimum málum, sum ein setur sær. Brian Mayne hevur vunnið “National Training Award í Onglandi, og “UK Speaker of the Year” av Academy of Chief Executives. Í dag brúka fleiri milliónir menniskju “Goal Mapping”
Tit kunnu lesa meira um Ársins Søludag á www.soludagur.com




