Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bridgelandslið tikið út

John William Joensen

Bridgelandsliðið skal 22. mai til norðurlandameistarakapping, NM, í Kelfavík.

Bridgelandsliðið skal 22. mai til norðurlandameistarakapping, NM, í Kelfavík.

NM í bridge er annaðhvørt ár og Føroyar plaga at vera við í kappingini. Úrslitini hava vera sveiggjandi, tí norðurlondini eru millum tey fremstu í heiminum í bridge.

Hesiferð er málið at sleppa undan aftasta plássi, eins og tað er hent einaferð áður.

Føroya Bridgesamband ætlar at senda bridgelandslið til EM næsta ár, og tí er NM í Íslandi fyrireiking til EM, har møguleikin fyri góðari plasering er nógv betri.

Føroya Bridgesamband hevur gjørt avtalu við danska stórspælaran, Jacob Røn, um at venja landsliðið.

Á landsliðnum eru Dánjal Pauli Mohr-Arne Mikkelsen, Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen-Egil Sondum. Landsliðsvenjari er Jacob Røn og liðleiðari er Arnbjørn Sivertsen.