Nógv fólk eru at síggja í býnum í Klaksvík í dag. Afturat vanligu ferðsluni, er Brilliance of the Seas komið við 2.501 ferðafólki, og tað sæst aftur í býarmyndini. Føroysku incomingfeløgini hava skipa fyri ymiskum, millum annað busskoyring og sigling við skjóttgangandi bátum.
Tað er Royal Caribian Crusis, ið eigur Brilliance of the Seas. Skipið var sett í bygging í 98, og doypt í 2002. Tað hevur kosta 350 milliónir dollarar at byggja. Skipið er 292 metrar langt, siglir 25 míl hevur 12 dekk og er 53 metrar høgt.




