Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brimil fær einki gjørt við Jákup B

Jákup Ósá

– Hetta er ein tryggingarspurningur, sum vit einki fáa gjørt við, sigur Meinhard Gaardlykke, fulltrúi í Fiskiveiðueftirlitinum.

– Hetta er ein tryggingarspurningur, sum vit einki fáa gjørt við, sigur Meinhard Gaardlykke, fulltrúi í Fiskiveiðueftirlitinum.

Jákup B liggur í løtuni nærhendis Flemish Kap við maskinskaða. Støðan er óviss um, hvussu teir sleppa heim. Sigmund hevur gjørt onkra roynd at sleipa Jákup B heim í dag uttan úrslit.

Ikki nóg bíligir

Fiskiveiðeftirlitið varðar av fleiri vaktar og bjargingarskipum. Og fleiri hava eftirlýst, hví t.d. Brimil ikki fer yvir eftir Jákup B. Men soleiðis hongur tað ikki saman. Meinhard Gaardlykke er fulltrúi í Fiskiveiðueftirlitinum og hann sigur soleiðis.

– Mannagongdin er tann, at tá skip fáa maskinskaða uttanfyri føroyskt sjóøkið, ið er 200 fjórðingar, so er talan um ein tryggingar spurning. Tá er mannagongdin tann, at tryggingin biðjur um tilboð frá ymiskum fyri at sleipa skipið heim. Vit blivu spurdir og góvu eitt tilboð, men hava nokk ikki verið nóg bíligir. Sigmund sleipar teir nú so teir hava sikkurt verið bíligast, sigur Meinhardt Gaardlykke frá Fiskiveiðueftirlitinum við Norðlýsið.