Í gjár dreggjaði Brimil eftir akkerinum hjá Atlantic Navigator og fekk tað upp á land í Djúphavnini í Ánunum
Fyri ikki at siglað upp á landi royndu teir umborð á Atlantic Navigator at kasta akker, men akkerið fekst ikki at halda.
Eftir at skipið var sleipað av aftur, var ikki gjørligt at fáa akkerið umborð, tí tað var fast í botni.
Í gjár dreggjaði Brimil so eftir akkerinum og teimum eydnaðist at fáa akkerið umborð saman við nógvari línum og veirum.




