Seint týskvøldið fór Søkin á land undir Klakkinum. Boð vórðu send eftir Brimli at koma til hjálpar, og sigast má at hjálpin kom skjótt. Tí frá tí at politistøðin í Klaksvík fekk boð um at ein bátur var farin á land og til Brimil var hjá Søkanum, gekk bert út við ein tími.
Men vit sum stóðu og hugdu at, kundu ikki annað enn undrast á framfararháttin hjá Brimli.
Veðrið var av tí allarbesta og Søkin stóð uppi á landi, so har var ikki vandi fyri fólki ella báti. Hetta var um miðnáttina og tá vit tosaðu við teir umborð á Søkanum áðrenn Brimil kom, søgdu teir okkum, at teir ætlaðu at fáa pumpur umborð frá Brimli og væntaðu síðani at Brimil fór at gera eina roynd at fáa Søkan av tá full fløtt var um fýratíðina. Men soleiðis fór leikur als ikki.
Vit sóu Brimil koma undan Klakkinum og so skjótt hann nærkaðist Søkanum fóru gummibáturin út. Gummibáturin kom síðani við einum enda, sum varð gjørdur fastur á Søkan og sett var á við tað sama. Endin brast og nýggj roynd mátti gerast.
Tað sum undrar er, at í hesum døgum verður nógv tosað um dálking. Tí tyktist tað løgið, at Brimil ikki kannaði Søkan meira enn teir gjørdu áðrenn teir settu á. Vit sóu í innara borð á Søkanum flúðrar, sum síðan stóð ímóti og um okkurt var undir skipinum, so kundi helst hent at Brimil skræddi botnin úr Søkanum um illa vildi til. Varð bíða eftir flóðini, so hevði báturin sjálvandi verið lættari, tí teir umborð á Søkanum roknaðu við at tað fór at fløða um ein metur afturat áðrenn fulfløtt varð.




