Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brøndby fingið málverja

Jákup Ósá

NSÍ málverjin Kristian Joensen hevur seinastu tíðina royndarvant í Brøndby.

NSÍ málverjin Kristian Joensen hevur seinastu tíðina royndarvant í Brøndby.

Hann var m.a. eisini við á venjingarlegu og var mettur at hava møguleika at fáa sáttmála, nú Brøndby leitaði eftir málverja. Men nú boðar Brøndby frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við belgiska málverjan Bram Verbist, sum kemur frá felagnum Cercle Brugge. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingini í Danmark, skrivar bold.dk.

Hetta merkir mest sannlíkt, at Kristian Joensen ikki fær sáttmála við Brøndby. So er spurningurin, um hann endar í AB í næst bestu donsku deildini, har hann var á veg áðrenn Brøndby royndarvenjingina, ella um hann fer at royna seg aðrastaðni.