Segði Jógvan við Keldu millum annað í røðu síni, og vísti á,
hvussu umráðandi tað er at fáa nøkur sterk samanløgd øki
úti um landið.
– Eg kundi hugsa mær at nortið nakað við tann óhepna ójavna, sum fer og sum erfarin fram seinastu árini millum høvuðsstaðin og so økini úti um landið, og sum eg byrjaði at gera vart við fyri meira enn 25 árum síðani, uttan at nøkur lampa hevur lýst hjá ávísum politikarum, ikki bara hjá øllum politikarum í Suðurstreymi, mens so sanniliga heldur ikki hjá ávísum politikarum úti um landið
– Vit hava trinnar tættir í samband við almennu inntøkurnar, hesr eru landsalmennu inntøkurnar uml. 4 mia. krónur, heildarveitingin úr Danmark 635 mió. krónur og so kommunuskattir 1,3 til 1.4 mió. krónur.
– Vit síggja ídag, at Tórshavnar kommuna kann leggja eina fíggjarætlan fyri komandi ár uppá stívliga 700 mió. krónur harav 240 mió. krónur eru íløgur.
– Bara íløguupphæddin hjá størstu kommununi í Føroyum er tvífalt tað, sum øll fíggjaræltanin – rakstur og íløgur – er hjá næststørstu kommununi, samstundis sum størsta kommunan hevur lægsta skattaprosentið av øllum tiemum størru kommununum, millum 1 og 2 prosent lægri enn hjá hinum.
– Um ikki ein sterk lampa lýsir hjá hvørjum einasta politikara á hesum høga tingi, so skal tað vera løgið.
Nøkur sterk øki
– Føroyskir komunupolitikarar mugu eisini taka sín part av skuld fyri hendan skaðiliga og óhugnaliga útvikling. Tær liggja ov spjæddar, og allir vita, at um ikki tær gerast størri og sterkari eindir, kemur ongin útjavning av inntøkunum.
– Vit hava sæð bæði í Suðuroynni og Vágoynni, at nú royna fótbóltsfeløgini at leggja saman, men hetta er ikki fyrrenn tey eru enda í aðru división og ikki koma uppaftur, bara tað ikki er so við kommunum eisini, at tær ikki leggja saman fyrr enn tær eru endaðar í aðru ella triðju divisjón.
– Eg gjørdi fleiri royndir at fáa eina semju meðan eg var landsstýrismaður, at fáa lagt kommunurnar saman, um ikki frívilliga so við lóg. Hetta fekk ongantíð politiska undirtøku, og tað má sigast at verða sera óheppið.
-Vit eiga framvegis at skorða undir fyri at fáa samanleggingina framda og eina útjavning til kommunurnar, so tær kunnu styrkjast bæði fíggjarliga og samfelagsliga,
Segði Jógvan við Keldu m.a. á í røðu síni á løgtingi í samband við fíggjarlógarumrøðuna.
Annars kann røðan lesast í heilum líki inni á www.keldu.com
1




