Tíðindaskriv frá Mentanarhúsininum í Fuglafirði: Undirgrundarmentanin hevur ikki altíð fingið viðurkenning í samfelagnum og ofta av góðum grundum, men spurningurin er um ikki nútíðarsamfelagið kundi lært ein hóp av tí, sum hendan mentanin hevur brúkt seinastu árini.
Mentanarsosiologurin Erik Hannerz úr Svøríki, hevur í áravís granska í júst hesum. Hann er serkønur í sermentannarbólkum og heldur fyrilestrar um spurningar, sum viðvíkja læring hjá ungum, skapan og hvat tey gera.
Hann hevur útbúgving frá Lærda Háskúlanum í Uppsala og er nú granskari í samfelagsfrøði við Lærda Háskúlan í Lund. Hann er eisini knýttur at Lærda Háskúlanum í Yale.
Nú kemur hann til Fuglafjarðar, har hann har hann í Mentanarhúsinum bæði fer at hava fyrilestur og verkstovu um hesi viðurskifti. Hann hevur í eini 15 ár granska punkaramentanina í Indonesia og í Danmark.
Á verkstovuni 17. november fer hann at tosa um, hvat tað vil siga at arbeiða normkreativt. Hann sigur, at í dag er tað vanligt at siga, at vit eiga at arbeiða uttanfyri boxina, men fyri at kunna gera tað, so er neyðugt at vita hvat er í boxini. Tað sum er í boxini ávirkar okkum, men hvussu og hvussu nógv?
Erik Hannerz verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 16. og 17.november í. Talan er um ein fyrilestur og eina verkstovu.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum mh.fo.




