Eftir 13 ár í starvinum sum stjóri í Christian í Grótinum samtakinum, hevur Eyðun Rasmussen valt at siga stjórastarvið frá sær. Nýggjur stjóri verður Jan Petersen og hann tók við starvinum 1. oktobur 2016.
Eftir 13 ár í starvinum sum stjóri í Christian í Grótinum samtakinum, hevur Eyðun Rasmussen valt at siga stjórastarvið frá sær. Nýggjur stjóri verður Jan Petersen og hann tók við starvinum 1. oktobur 2016.
Fyritøkan er voksin støðugt øll hesi 13 árini og arbeiðsuppgávan hjá stjóranum er nógv broytt. Mín styrki er heilt greitt innan fyri tað tekniska økið og av tí at tann fyrisitingarligi parturin fyllir stóran part av gerandisdegnum í dag, havi eg valt at siga stjórastarvið frá mær og ístaðin brúka størri part av míni arbeiðsorku til tað eg eri bestur til, sigur Eyðun Rasmussen.
Jan Petersen hevur seinastu 3½ árini verið fíggjarstjóri hjá Christian í Grótinum samtakinum og tók hann við sum stjóri 1. oktobur 2016. Áðrenn Jan Petersen kom til Christian í Grótinum í 2013, var hann fíggjarstjóri hjá Føroya Tele í 6 ár. Christian í Grótinum er ein stór og spennandi fyritøka og eg eri glaður fyri at nevndin í felagnum hevur heitt á meg um at taka við stjórastarvinum, sigur Jan Petersen
Christian í Grótinum er ein familju fyritøka, sum Kristian Martin Rasmussen, Jón Rasmussen, Eyðun Rasmussen og Bogi Rasmussen eiga 25% av hvør. Grundin til at vit velja at seta ein nýggjan stjóra, sum ikki er ein av eigarunum, er tí at vit meta at tað er soleiðis at vit brúka okkara førleikar best, sigur Kristian Martin Rasmussen, nevndarformaður. Vit hava heitt á Jan Petersen um at blíva stjóri, tí hann sum fíggjarstjóri hjá okkum tey seinastu 3½ árini hevur víst at hann er tann rætti stjórin hjá okkum, sigur Kristian Martin.




