Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broyting í venjaratoyminum hjá Kyndli

Jákup Ósá

Vánaliga byrjanin hjá mansliðnum hjá Kyndli fær nú avleiðingar á venjaraøkinum.

Vánaliga byrjanin hjá mansliðnum fær nú avleiðingar á venjaraøkinum.

Besta mansliðið hjá Kyndli liggur í løtuni næstaftast við tveimum stigum í fimm dystum. Eitt úrslit, sum kemur óvæntað á hjá teimum flestu, tí undan kappingini bleiv nógv væntað av Kyndli. Tíverri fyri teir grønu, so viknaði liðið nakað beint áðrenn kappingarbyrjan ímun til hópin, sum skuldi vera.

Broyting í venjaratoyminum

Sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum, so hava vánaligu úrslitini nú fingið avleiðingar á venjaraøkinum. Andreas F. Hansen og Julian Johansen hava staðið á odda fyri liðnum higartil, men tað gera teir ikki framyvir, í øllum førum ikki sum eitt venjarapar, tó at tað ikki verður avvíst, at annar heldur fram í onkrum leikluti. Forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannesen, váttar, at onkur broyting verður í venjaratoyminum.

– Tað er eingin loyna, at úrslitini ikki hava gingist eftir vild fyrstu dystirnar. Men enn er ov tíðliga at siga, hvørjar broytingarnar vera, tí vit eru ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu enn, sigur Maibritt við Norðlýsið í kvøld.

Tað verður væntandi kunngjørt seinni í vikuni, hvør venjaraloysn verður vald í Kyndli framyvir.