Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingar í Handilslívinum

John William Joensen

Teybaði, Morid og Søren bjóðaðu sunnudagin viðskiftafólkunum til endaútsølu og samstundist endaði 39 ára handilsøga. Ístaðin fyri matvøruhandil – satsa tey nú uppá Sportmaster og ein nýggjan handil aðrastaðni í landinum.

– Vit boða frá at matvøruhandil okkara gevast við virksemi sínum leygardagin 26. September 2009. Í hesum sambandi verða kundar okkara bodnir til kaffiborð sunnudagin 27. September 2009 frá kl. 15 til 19. Eisini fáa tygum møguleika at taka at tilboði okkara sum er allar vørur minus 50%. 

Avgerðin er nýliga tikin og orðsøkin er at vit fara at arbeiða meira við Sportmaster handlinum. Í hesum sambandi kunnu vit nevna at vit fara at opna ein Sportmaster handil aðrastaðni í landinum og tað eru vit sera spent uppá. 

Sjálvur var eg 21 ára gamal tá eg byrjaði at handlað tann 4. November 1971 og tí má sigast at vit hava trivist væl – men alt hevur tíð sína. Vit fara at minnast øll hesi 39 árini við gleði – men arbeiði sum stendur fyri framman gerð at vit ikki koma at sakna fortíðina. 

Vit ynkja at takka tykkum fyri tað tit hava verið fyri okkum og ynskja tykkum alt tað besta. 

Morid og Søren 

———–

Soljóðandi bræv fingu trúgvu viðskiftafólkini hjá Søren Z. Jacobsen og sunnudagin vóru nógv fólk inni á gólvinum. 

Tað er ikki ov nógv sagt at við hesum endar ein 39 ára gomul handilsøga í Klaksvík og tað eru óivað mong, sum hava kent seg sera væl í handlinum hjá Morid og Søren. 

Men sum omanfyri nevnt gevast tey ikki so – heldur er talan um at tillaga seg til tíðina og við hesum verður ítróttarhandilin Sportmaster útbygdur við einum nýggjum handli aðrastaðni í landinum. 

Vit á Norðlýsinum takka fyri sera gott samstarv og ynskja Morid og Søren saman við Hans Paula góða eydnu í framtíðini.

RED: – Tit eru eitt sera gott umboð fyri tað besta í handilslívinum í Klaksvík!