Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingar í heilsutrygdarlógini

Tíðindaskriv

Løgtingið hevur samtykt broyting í løgtingslógini um almenna heilsutrygd. Broytingarnar koma í gildi 1. juni 2013.

Løgtingið hevur samtykt broyting í løgtingslógini um almenna heilsutrygd. Broytingarnar koma í gildi 1. juni 2013.

Fleiri av broytingunum fara borgararnir ikki at merkja.

Ein broyting sum í ávísan mun fer at merkjast hjá borgarunum, er at egingjaldið á tilskrivaðum heilivági verður broytt. Broytingin í egingjaldinum er bara fyri børn og ung yngri enn 18 ár, og fyri fólk í aldrinum 18 – 67 ár.

Frá 1. juni 2013, fara børn og ung upp til 18 ár einki egingjald at gjalda. Áðrenn broytingina, rindaðu tey í mesta lagi kr. 1.295.

Egingjaldið hjá borgarum í aldrinum 18 – 67 ár, verður eisini broytt. Tey sum árliga keypa tilskotsheimilaðan heilivág fyri kr. 4.000 ella minni, fara tó ikki at merkja nakra broyting. Broytingin er fyri tey, sum keypa fyri meira enn kr. 4.000. Tey skulu nú sjálvi rinda 25% av keypinum millum kr. 4.000 til kr. 5.300. Hetta merkir í mesta lagi eina hækking av egingjaldinum á kr. 325,- árliga.

Persónar sum eru fyltir 67 ár, verða ikki ávirkaðir av broytingini.

Nýggi tilskotsstigin fyri fólk í aldrinum 18 – 67 ár, fer tann 1. juni at síggja soleiðis út:

Heilsutrygd rindar einki um útreiðslurnar innan fyri eitt ár eru undir kr. 500.

Heilsutrygd rindar 40% av útreiðslunum sum eru yvir kr. 500 og upp til kr. 1.000.

Heilsutrygd rindar 60% av útreiðslunum sum eru omanfyri kr. 1.000 og upp til kr. 2.000.

Heilsutrygd rindar 75% av útreiðslunum sum eru omanfyri kr. 2.000 og upp til kr. 5.300.

Heilsutrygd rindar 100% av útreiðslunum sum eru omanfyri kr. 5.300