Menniskju eru skapt við visjónum og ætlanum um bæði eitt og annað. Allar visjónir eru ikki møguligar at fullføra, í øllum førum ikki í senn.
Neyðugt er at taka atlit til politisku og fíggjarligu orkuna. Nakrar ætlanir kunnu tó røkkast innan fyri eina rímuliga tíð, og uttan at tað hevur við sær politiskan og fíggjarligan ruðuleika.
Eingin ivi skal verða um, at eg brenni fyri teimun bleytu virðunum, tey virðir, ið eru við til at skapa okkum øllum eitt betri og sunnari lív. Vælvera er okkara drívkraft, bæði til likams og sálar, og vilja vit ikki verða vælveruna fyri uttan. Tí verða vit noydd til at fjálga um tey sosialu og mentanarligu virðini í býi okkara.
Men dugi væl at síggja alt í eini størri heild. At tað skal fígging til tað nógva av okkara vælveru og vælferð.
Frá skaparans hond eru vit ríkiliga vælsignað. Hava ein sera hugnaligan bý, sum vit øll kunnu vera góð við og stolt av. Býurin liggur hugnaligt við vánna og væl vardur av fjøllum. Tiltøkini sum býurin hevur at bjóða eru nógv, hugsi serliga um børn og ung. Kanska meira kundi verði fyri tey miðaldrandi. Og nógvar eldsálir eru í Klaksvík, sum taka tøk, hugsi millum annað um jólaskipið, heilsurenning og summarfestivalin. Stóra tøkk fyri tað .
Skal býurin kunna bjóða fleiri tilboð, er neyðugt við fleiri inntøkum í kommunukassan. Hetta kann gerast við fleiri skattakrónum. Ikki við at seta skattin upp, men heldur við at økja um talið av skattaborgarum. Kommunan eigur tí, at leggja seg eftir at skapa góðar umstøður, at búseta seg í kommununi. Ein tann fyrsta treytin er eitt grundstykki fyri sámuligan prís. Onnur treytin er góð barnaansing og vælvirkandi fólkaskúlar.
Ein fólkatilflyting hevði, umframt fleiri inntøkur til kommunukassan, havt við sær, at grundarlagi undir øllum virksemi hevði verið størri, bæði mentanarliga og handilsliga.
Kommunan hevur skyldu til, at brúka sínar inntøkurnar skilagott. Alt ov nógvur peningur fer til umsiting, og neyðugt verður at kannað, um hetta kann gerast bíligari. Íbúgvaratalið er ov lágt til eina so stóra umsiting. Ein býur uttan nýíløgur hevur onga framtíð. Ein møguleiki er at "outsourca" nakrar tænastur hjá kommununi. Skal ikki her taka støðu til, hvat tað kundi verði, men tað verður neyðugt at gera okkurt. Yvist onga løtu í, at verður tað gjørt á ein skilagóðan hátt, so skal tað nokk fara at ganga tann rætta vegin. Kommunan verður bæði bíligari. skjótari og effektivari at umsita.
Farið annars at heita á eitt komandi býráð, at tosa saman yvir um floksmørk, samgongu- og andstøðumørk soleiðis, at vit kunnu dyrka samstarv heldur enn ósemjur. Tá vilja vit býnum væl.
Norðoyingar latið okkum ikki falla í fátt, hóast stórar trupulleikar, men latið okkum standa saman og lyfta í felag.
Tá fara vit at síggja frambrotini, okkum øllum at gagni.
Signhild Joensen




