Á býráðsfundinum reisti minnilutin spurningin um framtíðina hjá Atlantis.
Tað er eyðsæð, vísandi til tað frágreiðing um fíggjarstøðuna hjá húsinum og samtyktu skerjingina í játtanini, at tosið um at Atlantis ikki skal stongja bert er tos. Um meirilutin ikki vil játtað pening til Atlantis, so er trupult at síggja hvussu húsið kann halda fram.
Nýtt stýrið.
Á fundinum kunnaði borgarstjórin um, at hon hevði valt nýtt stýrið fyri Atlantis. Niclas Heri Jákupsson er formaður, Beinta Á Gregersen og Hennebeth Kalsø eru nevndarlimir. Vit ynskja nýggja stýrinum góðan byr.
Broytingaruppskot.
Millum annað fyri at geva nývalda stýrinum ein møguleika legði minnilutin soljóðandi broytingaruppskot fram:
”Játtanin til Atlantis verður óbroytt í 2009 meðan møguligar tillagingar verða gjørdar í samband við fíggjarætlanina fyri 2010”.
Hetta var gjørt, tí minnilutin ásannar, at tað er gott við árræði og hugflogi men hesir eginleikar aleina, loysa ikki truplu fíggjarstøðuna hjá Atlantis. Meirilutin helt tó ikki, at tað var neyðugt at fasthalda játtanina til Atlantis og tí var uppskotið felt.
Vónandi ferð hetta ikki at vera mønustingurin fyri Atlantis, tí Klaksvíkin hevur brúk fyri húsinum.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.




