Samgonguflokkarnir, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri (tað vil siga allir flokkar uttan Fólkaflokkurin) hava gjørt semju um fiskidagarnar fyri komandi ár.
Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, greiddi fyri løtu síðani frá broytingaruppskotinum.
Bólkur 3 og 4 verða skornir við 15 prosentum (tað var 30 prosent) og tað sum kann fáast aftur í sonevnda ”buffaranum” er minkað til 7,5 prosent (í staðin fyri 15 prosent). Bólkur 5 verður skorðin við 10 prosentum (tað var 15 prosent).
Í sambandi við dagar úr ”buffaranum”, so verða dagar á fjarleiðum nú eisini roknaðir við sum grundarlag fyri rættinum at fáa eyka dagar. Hesir verða roknaðir í lutfallinum 3 til 1.




