Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Broytir Corona veðurlagsbroytingarnar?

Hanus Kjølbro

COVID-19 virussið er ein heimsumfatandi sótt. Stórur partur av ídnaðinum liggur stillur. Flogfør eru ikki á flogi í onkrum øki.

Útlátið av vakstarhúsgassum er minkað munandi.

Bæði NASA og ESA hava fylgt við útlátinum úr fylgissveinum í mong ár. Teir hava myndatól við ymsikum filtrum, ið m.a. hava tikið myndir av Kina síðan nýggjár.

Myndirnar vísa, at útlátið í Kina av eitrandi gassi, ið kemur úr bilum, el-verkum og verksmiðjum, er næstan heilt vekk.

So er tað spurningurin, um hetta kann broyta gongdina við øktum vakstarhúsgassum í lufthavinum, so at veðurlagsbroytingarnar ikki vera so stórar og tað sum fylgir við.

Serfrøðingar rokna ikki við, at tann gongdin fer at broytast. Hetta er ov lítið, siga teir – bæði ov stutt tíðarskeið og í ov lítlum parti av jørðini.

Líknandi minking í útláti hevur verið fyrr – bæði í stutt og í eitt sindur longri tíðarskeið.

Í 2008 byrjaði eitt tíðarskeið við búskaparligari afturgongd, og tað hevði við sær eina minking í útlátinum. Men so við og við vuksu tølini aftur, og alt sá út sum fyrr.

Í 2010 var eldgos í Íslandi. Eitt flúgvibann hevði við sær eina munandi minking í útlátinum í nakrar vikur. Tølini fyri Norðuratlantshav minkaðu munandi í ein mánað, meðan tølini fyri alla jørðina bert broyttust eitt lítið sindur.