Skipanin, sum hevur verið galdandi fyri tilskot til kostískoyti, merkivørur o.a., er broytt frá 1. januar 2016.
Skipanin, sum hevur verið galdandi fyri tilskot til kostískoyti, merkivørur o.a., er broytt frá 1. januar 2016.
Broytta mannagongdin stendst av, at lógin um almenna heilsutrygd í Føroyum, varð broytt við virknaði frá 1. januar 2016.
Skipanin er nú tann, at um borgari skal hava tilskot frá Heilsutrygd til heilivág, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti o.a., sum annars ikki er lýst at vera tilskotsheimilað, so skal kommunulæknin søkja Tilskotsnevndina um tilskot fyri ávísu vøruna.
Tilskotsnevndin tekur støðu til, um borgarin skal hava tilskot til tað sum søkt verður um.




