Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúdleypsdagurin

John William Joensen

Fríggjadagin giftust so tey bæði, Fríðrikur krúnprinsur og Mary Donaldson.

 Sum vera man, so hevur sera nógv verið gjørt burturúr hesi hending í Danmark og allir danskir miðlar hava á ein ella annan hátt viðgjørt kongahúsið líka síðani tað var kent, at krúnprinsurin hevði funnið sær eina unnustu.
Kjakast verður eisini við jøvnum millumbilum hvørvítt eitt slíkt kongahús hevur nakran sum helst týdning í einum demokratiskum samfelag, tí hetta er jú ein leivd frá einaveldistíðini.
Tað kemst ikki uttanum, at danska kongahúsið hevur dugað sera væl at lagað seg eftir tíðini. Kanska hevur kongahúsið eisini verið heppið, við tað at vit júst í blomsturbarnatíðini og tá kjakið um javnstøðu og kvinnufrígerðing var uppá tað hægsta, fingu eina drottning, tá Hennara hátign Drottning Margretha bleiv krýnd í 1972.
Skulu vit fara eftir meiningskanningum, so hevur hon ført seg og familju sína fram við eini sera heppnari hond, tí øll árini hon hevur sitið á donsku trúnuni hevur tað eydnast henni og hennara at gjørt danska kongahúsið alt betur og betur umtókt millum danir.
Í Føroyum hevur kongahúsið eisini havt týdning og er hetta sjálvandi mest komið av tí veruleika at vit eru í ríkisfelagsskapi.
Í gomlum døgum, var vanligt, at síggja myndir av teim kongaligu kring um í heimunum og nógvastaðni innrammaði á vegginum í stovuni. Men seinni árini hava føroyingar flutt seg longur og longur burturfrá kongahúsdyrkan, um hon var til fyrr, men hinvegin sæst skilliga á søluni av donsku litaðu bløðunum í Føroyum, at hópur av føroyska fólkinum fylgir væl við tí, ið fyriferðst kring kongahúsið.
Vit fara at ynskja kongaliga brúðarparinum hjartaliga tillukku.