Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúgv tvørtur um Vánna og enn fleiri mentanartiltøk

John William Joensen

Í morgun høvdu handlar í Klaksvík fund á Norðlýsinum og tað var rættiligur jóla-stemningur nú handlarnir dríva á og hava opið hvønn dag, eisini leygar- og sunnudagar, fram til jóla.

Í morgun høvdu handlar í Klaksvík fund á Norðlýsinum og tað var rættiligur jóla-stemningur nú handlarnir dríva á og hava opið hvønn dag, eisini leygar- og sunnudagar, fram til jóla.

Handlarnir lata væl at søluni og hóast veðrið var vánaligt tunnilsdagin, so hevur vikan verið góð og avgjørt var at halda fast um at Tunnilsdagarnir skullu verða eitt serligt fyribrygdi. 

Í 2014 verða hesir tunnilsdagar: 8. mars, 5. mai, 27. september og 13. desember. Harafturat var semja um at opið er tunnilsdagarnar frá kl. 10 til kl. 22.

Tá Torravikan verður í februar er ætlanin at handlarnir eisini verða við og tunnilsdagin 5. mai er ætlanin at hava opið út á náttina við mentunar tiltøkum, men meira verður at frætta um hetta seinri.

Harafturat var tosað um ymisk felags mál og semja var um at býráðið eigur at gera nakað ítøkiligt fyri at binda býin og serliga handilsgøturnar saman og semja var um at hetta best verður gjørt við eini gangibrúgv tvørtur um Vánna ella við einum tunli har fólk á ávísum støðum kunnu steðga á og síggja út í sjógvin.

Harleywoodpaint