Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúk er fyri nógum fólki í Skúvadal í morgin, serliga handverkarar

Oliver Joensen

 Støðan er hon, at veðurmenninir siga regn í annaðkvøld, og vit hava ikki fingið húsið tætt. Tróðurplátur skulu leggjast á og tí er brúk fyri handverkarum at ganga á odda. Men nógv arbeiði er eisini at halda í, bera til og frá og annað.

Næmingarnir eru farnir heim í dag, teir hava ligið nátt har eysturi og hava gjørt megnar arbeiði, millum annað hava teir panela og sett vindeygu í. Tað hevur verið so turt ímeðan arbeiðið við húsinum hevur staði upp á, at ikki dropin av regni er komin á tilfari, so spell hevði verið um vit ikki fingu húsið tætt áðrenn regnið kemur í annaðkvøld. Vit vóna at so nógvir sum gjørligt meldað til hjá Árna Skaale í kvøld.