Seinastu dagarnar hevur eitt stórt og flott lýsinga átak verið á flestu føroyskum heimasíðum har heitt verður á allar føroyingar um at deila ein film um Føroyar á Facebook. Afturfyri kunnu fólk vinna eina uttanlandaferð. Hetta er greitt brot á leiðreglurnar um marknaðarføring á sosialum miðlunum.
Seinastu dagarnar hevur eitt stórt og flott lýsinga átak verið á flestu føroyskum heimasíðum har heitt verður á allar føroyingar um at deila ein film um Føroyar á Facebook. Afturfyri kunnu fólk vinna eina uttanlandaferð. Hetta er greitt brot á leiðreglurnar um marknaðarføring á sosialum miðlunum.
Tað er einki at taka seg aftur í at tað er ein stór og flott átak sum Ferðaráðið er farið undir har serliga verður satsa uppá elektronisku miðlarnar. Fyrst vóru sendar lýsingar út, sum bert høvdu eina niðurteljing – og hetta gjørdi fólk sera forvitin. Eingin visti hvat fór at henda tá niðurteljingin endaði og gitt hevur verið um at eitt nýtt flogfelag nú fór at byrja at flúgva til Føroyar – jú, spenningur var í luftini.
Men í gjár varð greitt at tað er Ferðaráðið sum eigur lýsingarnar. Lýsingarnar leggja stóran dent á at fáa allar føroyingar at deila ein film um Føroyar á Facebook. Øll sum deila filmin kunnu vinna eina uttanlandaferð.
Í leiðreglunum fyri marknaðarføring á sosialu miðlunum stendur soleiðis at lesa:
……Um vinnurekandi lýsa við vinningum og við hesum eggja facebookbrúkaraum til at deila og spaðja vinnuligar fráboðanir, vil støðan hjá Brúkaraumboðnum vera, at fráboðanin er at síggja, sum hon kemur beinleiðis frá tí vinnurekandi og facebookvinirnir hjá viðkomandi, ið deilir, skulu hava møguleika til at biðja um at sleppa undan hesum fráboðanum.
Um ein facebookbrúkari sjálvur tekur avgerð um at deila, tvs. uttan hetta er eggjað av vinningi frá tí vinnurekandi, vil hetta ikki vera at meta sum óumbiðin áheitan til ávísar móttakarar.……
Brúkaraumboðið í ferð við at kontakta Ferðaráði
Tá vit ringdu til brúkaraumboðið í morgun var sagt at brúkaraumboðið júst var í ferð við at biðja Ferðaráðið um eina frágreiðing.
Tað sum er avgerandi í hesum føri er um Ferðaráðið er fevnt av marknaðarføringslógini og tað er neyvan ivi um tað tí Ferðaráðið er skipað sum eitt vanligt privat partafelag.
Vit hava fingið eina fráboðan í morgun og eru tí í ferð við at biðja um eina frágreiðing frá Ferðaráðnum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir.




