Svein Rógvi Nielsen Ljósstein greiðir frá, hví hann róði seinastu tøkini við øðrum arminum uppi í loft.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein greiðir frá, hví hann róði seinastu tøkini við øðrum arminum uppi í loft.
Sum myndin vísir, so var Klaksvíkingur als ikki komin á mál, tá fyrsti rógvarin var byrjaður at ”feira” sigurin. Tá 2-3 tøk vóru eftir róði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein við einum armi, meðan hin var uppi í lofti og heilsaði út til áskoðararnar væl vitandi um, at sigurin var í hús. Klaksvíkingur var klárt fremst í dag og tí var eingin ivi um, hvør hevði vunnið róðurin, tá bátarnir komu á mál. Svein Rógvi sigur, at hann hoyrdi tvey skot og helt tí at teir vóru komnir á mál.
– Eg hoyrdi tvey skot og helt at vit vóru komnir á mál. Men annars var hatta bara nakað spontant, segði ein smílandi Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, tá vit hittu hann í kappróðrarneystinum í Klaksvík í kvøld.
Róðurin hjá 10-mannaførunum á Vestanstevnu kann síggjast her.




