Øll sum vit hava samband við ella vita um her í Brusseles hava tað gott, sigur føroyski sendimaðurin í Brusseles, Kate Sanderson
Øll sum vit hava samband við ella vita um her í Brusseles hava tað gott, sigur føroyski sendimaðurin í Brusseles, Kate Sanderson
Metrostøðin, sum var atsøkt í morgun av terroristum, er beint við Føroysku sendistovuna í Brusseles, og føroyski sendimaðurin, Kate Sanderson, var á veg til arbeiðis beint sum støðin var bumbað.
– Eg takið altíð sporvognin til eina togstøð og so plagi eg at taka metro-ina seinasta teinin til arbeiðis. Men tá eg skuldi skifta til metro-ina var støðin stongd í samband við terroratsøkn.
– Vit eru øll ávirkaði av bumbuálopunum í Brussel í morgun, men øll starvsfólkini á sendistovuni hava tað gott og teir føroyingar sum vit vita um og hava samband við í Brussels hava tað gott.
– Í løtuni heita myndugleikar á fólk um at verða heima við hús og vit fylgja gongdini. Boð verða givin umvegis okkara facebook síðu, sigur Kate Sanderson, fyri løtu síðan.
Føroyska sendistovan á Facebook:
https://www.facebook.com/The-Mission-of-the-Faroes-to-the-EU-117258281781612/?pnref=story
Kate Sanderson, føroyski sendimaðurin í Brusseles á Facebook:




