Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bubu hevur útgávutiltak

Tíðindaskriv

Klovnurin BUBU letur í vikuskiftinum úr hondum, sína fyrstu fløgu, málibóka og litblýanta útgávu.

BUBU-gávupakkin, er ein samling av teimum sangum, ið BUBU hevur latið úr hondum seinastu 2árini, umframt at nýggir sangir eru at finna á fløguni – ið hevur fingið heitið: BUBUsangir og sangir, tí eisini eru aðrir sangir á, sum eitt nú SUMMARgleði, har BUBU hevur upptrakka seinastu tvey árini eisini við.

Málibókin er hátta soleiðis at sangtekstirnir eru í bókini, saman við vøkrum og fittum myndum til sangirnar, og er tað unga Abigail Fríða Gardlykke, ið so meistarliga hevur tekna hesar tekningar, og saman við góðum litblýantum, ber til at lita myndirnar í bókini, samstundsi sum onkur ið eitt nú dugir at spæla uppá guitar, kann syngja og spæla aftur við, tí akkordirnar eru skrivaðar til sangirnar eisini.

BUBU vónar við hesari útgávu síni, at kunna geva børnum og vaksnum, okkurt jaligt at vera saman um.

Fyrsta útgávutiltakið verður í SMS ímorgin leygardagin, og annars finst skráin fyri útgávutiltøkini og annað, á facebook vanganum hjá BUBU, ið nevnist: Klovnurin BUBU.

Gott summar, góðar løtur og góðar tíðir saman 🙂