Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BUBU útgávutiltak í INN í morgin

Tíðindaskriv

Klovnurin BUBU er nú aftur klárur við einari útgávu, og hesa ferð er tað “BUBU upplivir bíbliusøgur – á staðnum”, ið er heitið á filminum.

Klovnurin BUBU er nú aftur klárur við einari útgávu, og hesa ferð er tað “BUBU upplivir bíbliusøgur – á staðnum”, ið er heitið á filminum.

Filmurin er upptikin í Ísrael í septembur í ár, og har BUBU hittir proffesaran Jógvan, ið saman við BUBU ferðast ymstastaðni í Ísrael og hoyrir og upplivir ymiskar bíbliusøgur.

Eisini eru tveir sangir við í filminum, ið er 70 minuttir til longdar.

Í sambandi við útgávuna, so framførir BUBU í INN í Klaksvík, fríggjadagin kl 17.00 og aftaná, umleið 17.30, fer hann at signera filmin.