Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BUBU við nýggjum sangi

Tíðindaskriv

14 sangir liggja nú á netinum, hjá hugnaliga, stuttliga og fjálga Klovninum BUBU, sum ídag hevur latið úr hondum sangin: Tá vit ganga túr.

Forskúladagur var í dag hildin í Glyvraskúla, har BUBU vitjaði og skemtaði og saman við børnum úr Forskúlanum í Kelduni. Tað eru hesi somu børn, sum syngja og virka við á videolagnum og sanginum, sum í dag er lagdur á youtube rásina hjá BUBU.

Dagurin hillnaðist væl og nógv børn vóru saman komin, til felagssang, framførslur, hugna, mat og spæl.

BUBU eggjar í hesum sanginum til at nýta náttúruna, við túrum og rørslu, men við áherðslu á, ikki at tveita frá sær, tá ið ferðast verður í náttúruni.

Tilber at síggja sangin HER!