Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búðmerki ímyndar føroyskt umhvørvið

John William Joensen

Abeiði við búðmerkingum byrjaði við eini mynd oman yvir Funnings bygd har Grímur Kamban setti fótin á land, sigur Tórbjørn Jacobsen

– Eg má siga at eg eri sera væl nøgdur við arbeiði við at fáa nýtt búðmerki.
– Tað hevur leingið verið tosað um at broyta búðmerki hjá flokkinum, sum jú var tvey Tjøldur.
– Og nú vit fóru undir at gera eina nýggja heimasíðu var samstundis arbeitt við búðmerkinum.
– Tað er Reproz sum hevur staði fyri arbeiðinum og tað byrjaði við eini mynd oman yvir Funnings bygd har Grímur Kamban setti fótin á land.
– Síðani hava teir tikið litirnar frá bygdini, bønum, haganum og bjørgunum og gjørt nakrar flátur sum í miðjuni hava eitt “E” , sum jú er bókstavurin hjá flokkinum.
– Stutt sagt er hetta føroyskt umhvørvið sum er kóka saman til eitt búðmerki sum er brúkiligt í nútíðini.
– Eg eri sera væl nøgdur við arbeiði og haldi at flokkurin hevur fingið eitt sera vakurt búðmerki, sigur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldis flokkinum.