Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búfólkið fingið hundahvølp

Oliver Joensen

Eftir at Bill Thomas frá amerikanska “Eden projektinum” hevur verið í Føroyum og hildið fyrilestur, hava tey á Sambýlinum á Heygnum fingið hundahvølp.

"Eden projektið" ger nógv burturúr at aktivera tey gomlu fólkini, sum búgva á sambýlum, og ein liður í hesum, er at geva sambúgvunum møguleika at umgangast djór og at fáast við plantur.
Í hesum andanum, hevur Sambýlið á Heygnum nú fingið ein hundahvølp, ið hugnar um og helst eisini órógvar dagligdagin eitt sindur eisini, men alt í alt er hann væl móttikin og sýnist rættuliga at hugna sær ímillum búfólki á Heygnum.
Navn hevur hvølpurin eisini fingið, hon eitur Perla.
Vit vitjaðu á Sambýlinum ídag, og fingu eina mynd av Monrad Niclassen og Perlu.