Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bugsy Malone í Løkshøll

Helgi Abrahamsen

Sjónleikur hevur í nógv ár verið partur av breytasamstarvinum millum 10. flokkarnar í Tofta- og Runavíkar skúlum. Soleiðis er eisini í ár, og frumsýningin var fríggjakvøldið 29. januar kl. 19

Á heimasíðuni hjá Tofta skúla stendur, at leikurin byggir á stríðið millum mafiabossarnar Al Capone og Bugs Moran, og hann snýr seg um bardagan millum Fat Sam og Dandy Dan, har Bugsy Malone er mitt í rokanum.

Sjónleikurin er væl egnaður til bæði børn og vaksin.

Frumsýningin var fríggjakvøldið og leikurin verður spældur allar gerandisdagarnar í komandi viku.

Mánadagur 1. februar Kl. 10:00, 13:00 og 19:00

Týsdagur 2. februar Kl. 10:00, 13:00 og 19:00

Mikudagur 3. februar Kl. 10:00, 13:00 og 19:00

Hósdagur 4. februar Kl. 10:00, 13:00 og 19:00

Fríggjadagur 5. februar Kl. 10:00, 13:00 og 19:00

Kostnaður 80 kr

Sýningarnar verða í Løkshøll.

Kvøldsýningarnar eru almennar. Atgongumerki fáast á www.loksholl.fo