Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Buldur og brak í Badmintonhøllini!

(Erik Biskopstø)

Fyrstir á skránni verða tríggir bólkar úr Dávavirkinum. Útgávukonsertin hjá Hallur Joensen byrjar kl. 23:30, so tað ræður um at fara tíðliga í býin.

Eftir hann verður Hjarnar og síðani Mr. Straight Ahead, Jørgin Dahl. Eftir teir er tað Ólavur Presley & His Dirty Rag Rags áðrenn Dynamitt endar ballið.

Buldur og brak í Badmintonhøllini í Klaksvík

Ikki síðani tiltikna sigurin í Grand Prix kappingini hjá Se&Hør fyri meiri enn tjúgu árum síðani hava stengurnar í Dynamitt verið so fjølbroyttar og altjóðagjørdar sum leygarkvøldið 3.mai. Manningin, sum telur sjey løddar tónleikarar, hevur seinastu vikurnar lempað kol í venjingarleguni úti í stásiligu hølunum í endurfødda Dávavirkinum. Menn hava farnu vikurnar lagt í ovnin til eina orkumikla framførslu, sum eftir ætlan skal detonera í nýggju Badmintonhøllini røttu megin miðnátt komandi leygarkvøld.
Uttan at avdúka ov nógv um forkunnugu framførsluna fyrsta vikuskiftið eftir frítíðarlønina verður av høvuðsskrivstovuni sagt at skráin hjá Dynamitt anno 2008 verður ein blanding av tí gamla og væl kenda, men at okkurt óvæntað eisini er í væntu. Høvuðsdenturin verður lagdur á egið tilfar og hálvgomlu tónleikararnir hava fingið fest í fjúsið við góðari hjálp frá yngri stuðlum; eitt nú kann nevnast ungi og evnaríki trummusláarin Jákup Gunnarstein, sum hevur verið sum ein fylgisveinur yvir krútrúgvuna á Faktorsvegi.

Hjarnar og Jørgin Dahl

Tá ið Komið Øll Við kom út sum singlepláta miðskeiðis í 1970unum stóð ein ungur tónleikari úr Klaksvík krediteraður sum høvundi at sanginum. Jørgin Dahl hevði í kjalarvørrinum av Klaksvíkar Beatfestivali tikið stig til nýggjan bólk, sum longu í 1974 fyri fyrstu ferð lat frætta frá sær sanginum við Komið Øll Við. Navnið á bólkinum bleiv funnið í plátuhúsanum til eina LP útgávu við Jimi Hendrix, og ljóðið hjá bólkinum legði seg upp at altjóða tónleikanøvnum sum eitt nú ensku Jethro Tull. Komandi árini legðist skjótt afturat sangrúgvuni hjá Jørgin Dahl, sum upp ígjøgnum sjeytiárini gjørdi vart við seg sum ein týðandi føroyskur tónleikari og sangskrivari. Eftir tvær singleplátur og eina EP útgávu legði bólkurin í 1978 árarnar inn. Manningin, sum hetta árið hevði verið í donsku Hookfarm upptøkuhølunum setti tó eitt tónleikaligt punktum við varðanum, ið av eftirtíðini hevur fingið almenna heitið Veðraplátan. Stutta tíð eftir hetta gavst bólkurin og Jørgin Dahl var í eina tíð heimleysur sum tónleikari og rockskald.

Sum ein dupultrakett hendi við byrjanina av áttatiárunum ein samanrenning millum sjálvan Mr.Straight Ahead og hansara gomlu kappingarneytar í Hjarnar. Jørgin Dahl hevði tá í nøkur ár verið oddamaður, sangskrivari og slóðari í superbólkinum Straight Ahead og fekk við nýggju samanleggingini høvi at menna stílin víðari og seta sín týðuliga dám á føroyskan tónleik í áttatiárunum.
Hjarnar høvdu undir navninum Sunny gjørt vart við seg við sanginum Bad Dream, umframt at bólkurin royndist væl á spælistøðum um alt landið. 1981 var árið, har fyrstu fruktirnar av nýggja samstarvinum fingu alment skap. Singleplátan Breaking My Heart við rockaranum Into The Night á hinari síðuni brakaði ígjøgnum føroyska ljóðmúrin við Mach III styrki. Buldrið hoyrdist langt inn á evropeiska meginlandið, har bólkurin var við í altjóða tónleikakapping. Tá ið endaliga úrslitið varð kunngjørt lá manningin í Hjarnar á næstovasta plássinum. Í 1984 kom LP plátan við eyðkenda húsanum, We Come For You. Árið eftir gavst bólkurin at spæla og Jørgin Dahl flutti til Danmarkar, har hann framvegis er búsitandi.
Hjarnar og Jørgin Dahl kann í bókstavligum týdningi skiljast sum ein dupultattraktión. Hjarnar á Straight Parade verður myndað av næstan somu manning, sum spældi saman í fyrru helvt av átatiárunum. Hittparadan, sum Jørgin Dahl evnaði til saman við Hjarnar í fyrru hálvu av áttatiárunum verður í stóran mun beinagrindin í framførsluni. Eisini verður høvi at hoyra Hjarnar spæla undir, tá ið Jørgin Dahl fer at framføra nakrar av kendastu klassikkarunum hjá Straight Ahead. Okkurt óvæntað er eisini í væntu og eitt nú hevur fyrrverandi kapellmeistarin avdúkað at ein sangur, sum ikki hevur verið luftaður í 33 ár, er komin á skránna.

Ólavur Presley & His Dirty Rag Rags

Hóast Rudolf Joensen í hálvtníggjunda ár fylti stovurnar um alt Føroya land (1997 til 2005, 350 gekkar)sum luftborin ludomanikapteinur við slipsi um barkan er hann framvegis í roynd og veru ein Dirty Rag Rag. Rudolf, sum saman við Sonnhard Johannesen skipaði fyri landsins fyrsta tónleikafestivali (Klaksvíkar Beatfestivalur í 1972)hevur enn einaferð gjørt trummubukaran og fyrrverandi føroyameistaran í billard samsekan í gravskitnum rock´n roll, Rag Rags style. Við á pallinum hava teir The Killer, Johannes Poulsen, millum Raggarnar kallaður Charlie Watts og veingjaða skaldið í bólkinum “Dizzy”Eliesar í Pálsstovu. Skjótt fløguaktuelli Hanus KG(Kultur-Gærdum)Johansen er enn ein upprunalimur í Rag Rags og hann fer á tiltakinum at blása væl meiri av desibellum út yvir mannamúgvuni enn vit eru von við at hoyra frá honum.
Der gror aldrig mos på en rullesten, verður mangan sagt í samband við ótroyttiligu Rolling Stones. Ólavur Presley man vera hann, ið hevur ført hetta orðatakið longur út enn tey flestu. Fyri stuttum lat í einum kendum rocksangara, sum var staddur í Sun Studios: -“Fyrst Carl Perkins, síðani The Killer, hareftir Johnny Cash, og síðani Kongurin, Elvis Presley og nú: Ólavur Presley!” Maðurin, sum hevur landsins harðasta rockskríggj í hálsinum er eftir fjakkaraferð í Memphis, Tennessee komin heim aftur, fullur av íblástri og er so tendraður sum nakrantíð. Ólavur Presley & His Dirty Rag Rags lova, sambært oddamanninum “eitt allar@x=%xxx rock show!”

Hallur Joensen v/bólki

Ein annar pílagrímur, sum eisini hevur leitað sær eitt sindur av lokalkoloritti í Nashville, er núverandi føroyameistin í billard, Hallur Joensen. Countrysangarin av Selheyggi eigur í løtuni best seljandi tónleikaútgávuna á føroyska marknaðinum. Fløgan Pickin´ In Nashville, sum er tikin upp í heilagu hølunum í Tennessee hevur eftir bert eina viku fingið innivist hjá higartil umleið 2000 føroyskum fløgukeyparum. Ikki síðani tiltikna Veðraplátan kom út fyri smáum 30 árum síðani er ein føroysk tónleikaútgáva seld í slíkari ferð. Landsins heitasta countrynavn er sjálvskrivaður til landsins bestu konsert leygarkvøldið 3.mai í Badmintonhøllini í Klaksvík, har hann fer á pall, væl stuðlaður av fimm royndum tónleikarum. Hallur Joensen fer sum aktuelt tónleikanavn á pallin kl. 23.30, har hann fer at framføra meginpartin av stórseljandi fløguni, sum týsdagin 29. apríl fekk eitt brakandi flott ummæli í táttinum Kvørnin, sum er partur av útvarpssendingini Bylgjan.

Harleywoodpaint